Tórshavn 26.09.2025
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin
Tíðindaskriv
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 195 kr. um mánaðin frá 1. januar 2026. Tað svarar til eina hækking á 3% soleiðis at eftirlønin fer frá 6.455 kr. um mánaðin í 2025 til 6.650 kr. um mánaðin í 2026. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 79.800 kr. Ásetingin er galdandi fyri árið 2026.
Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.
Í 2024 vóru útgoldnar 713 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2025 er mett til umleið 730 mió. kr. og umleið 765 mió. kr. í 2026.
Ársfrágreiðingin hjá AMEG kunnu tit taka niður á heimasíðuni hjá AMEG, www.ameg.fo
Hava tit spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Landsbanka Føroya, telefon 360600 ella teldupost malan@landsbankin.fo.